Tí er tað av stórum týdningi, at vit í Føroyum minka nýtsluna av oljuúrdráttum. Yvirskipað eru tveir mátar at minka um oljunýtsluna: Vit mugu økja orku frá varandi orkukeldum og vit mugu gagnnýta hana skilabetri. Tað er ikki smávegis minkingar av CO2-útlátinum, ið kunna spyrjast burtur úr munadyggari orkunýtslu. Og tað ber væl til hjá brúkarum at brúka orkuna skynsamari, og harvið minka um útlátið.
Umhvørvisliga eru avleiðingarnar av økta útlátinum av vakstarhúsgassi stórar, og broytingarnar í veðurlagnum fara at hava ógvulig árin á náttúruna. Eisini er tað ein stórur samfelagsligur trupulleiki, at vit eru so heft at oljuni. Sveiggj í oljuprísinum hava beinleiðis ávirkan á okkum øll. Vinnan, og serliga fiskiflotin, verður meint raktur av hækkandi oljuprísum, men eisini vanligi brúkarin fær trupulleikar, um oljuprísurin hækkar.
Tí er tað ein samfelagsligur fyrimunur, um føroyingar gerast minni heftir at oljuni. Og so gagnar tað eisini umhvørvinum.
Hevur tú nakrar spurningar ella viðmerkingar, er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo